Tá tú meldar teg til háskúlaskeiðið, velur tú sjálv/ur, um tú vilt hava einkult- ella dupultkamar. Vit mæla tó altíð til at velja dupultkamar, tí at hava ein búfelaga er fyri mong ein týðandi partur av sjálvari háskúluupplivingini. Vit vita samstundis, at tað finnast nógvar orsøkir til, at fólk hava tørv á einkultkamari – og tí lata vit tað vera upp til tín.