Far á Askov Háskúla í Danmark
Lat íblásturin koma á teg, íðka skaparaevni, uppliv felagsskapin og fá vinir fyri lívið.
Tak eitt háskúlaskeið á Askov Háskúla
Eitt háskúlaskeið á Askov Háskúla er ein uppliving fyri lívið.
Her verður hurðin latin upp til nýggjan felagsskap, persónliga menning og ein serligan møguleika at fylla gerandisdagin við lærugreinum, sum hóska júst tær og tínum áhugamálum.
Óansæð um tú droymir um at menna teg skaparnarliga, fakligt ella finna nýggjar leiðir í lívinum, gevur eitt háskúlavskeið á Askov tær bæði pláss og tíð til tað — og til tín.
Gerandisdagurin er í Askov í Jyllandi, men vit eru eisini ein háskúli við ferðum, og tí fara vit á hvørjum hálvárið eina spennandi ferð til nýggj støð og nýggjar upplivingar.
Tilmelding og prísir
| Navn | Startdato | Varighed | Pris pr. uge | Tilmelding |
|---|---|---|---|---|
| Langt várskeið 2026 | 07.01.26 | 24 vikur | 1.950 danskar krónur | Tilmeld dig |
| Miðallangt várskeið 2026 | 01.03.26 | 16 vikur | 2.100 danskar krónur | Tilmeld dig |
| Stutt várskeið 2026 | 07.01.26 | 14 vikur | 2.100 danskar krónur | Tilmeld dig |
| Langt heystarskeið 2026 | 12.08.26 | 18 vikur | 1.950 danskar krónur | Tilmeld dig |
| Stutt heystarskeið 2026 | 09.09.26 | 14 vikur | 2.100 danskar krónur | Tilmeld dig |
Ríkisfelagsskapspuljan
Sum føroyingur kanst tú søkja um Ríkisfelagsskaparstudning, sum er 700 kr. um vikuna í upp til 20 vikur til títt háskúlaskeið í Danmark. Studningurin er ætlaður at hjálpa við at rinda ein part av sjálvsfíggingini av skeiðnum. Fyri at kunna søkja studningin skalt tú fyrst melda teg til eitt háskúlaskeið og síðani søkja um sjálvan studningin – vit á háskúlanum hjálpa tær sjálvandi við tí.
Kann Ríkisfelagsskapspuljan sameinast við aðrar møguleikar fyri fíggjarligum stuðli?
Tað finnast ikki aðrar puljur, sum kunnu sameinast við Ríkisfelagsskapspuljuna. Men tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at tú vilt hava gagn av einum háskúlaskeiði, men hevur tørv á lægri sjálvsfígging. Um tú heldur, at tað er nakað fyri teg, kann háskúlaleiðarin á Askov Háskúla gera eina persónliga meting, soleiðis at tú møguliga kanst fáa 500 kr. eyka í frádrátti um vikuna (tvs. tilsamans –1.200 kr. um vikuna).
Gerandisdagurin
Eitt skeið á Askov Háskúla snýr seg um felagsskapin og allar tær upplivingar, vit eru saman um. Gerandisdagarnir byrja við felags morgunsamkomu við sangi og íblástri, áðrenn vit fara til linjugrein ella valgrein. Linjugrein hevur tú gjøgnum alt skeiðið, meðan tú skiftir valgrein 2–3 ferðir. Tímatalvan er bæði linjugrein, felagsgrein, valgrein, háskúlakvøldum, húsbólkum og praktiskum uppgávum – her verða næmingarnir deildir upp í nýggjum bólkum, so tú skjótt verður partur av felagsskapinum. Tá ið onki stendur á tímatalvuni, er tíð at slappa av í stovunum, skapa okkurt í verkstøðunum, venja, fyrireika ella fara út á túrar – ella bara njóta løtuna. Um vikuskiftið er ofta veitsla í veitsluhúsinum, Fengers, við tónleiki, spurnarkappingum, dansi og ikki minst stuttligum evnum.




Spurningar og svar
Hvat kostar tað at ganga á háskúla?
Tað er ein fastur vikukostnaður á øllum okkara háskúlskeiðum. Íroknað prísin er alt, sum fer fram í gerandisdegnum – t.v.s. kostur, uppihald, ferðir, útferðir, háskúlakvøld og tilfar.
Um tú vilt vita, hvat títt háskúlaskeið fer at kosta, kann tú falda vikukostnaðin við talið av vikum, sum tú velur. Vit halda, at búðskapurin eigur ikki at forða fyri einum háskúlaskeiði. Tí hava vit ymisk búðskaparlig hjálpartiltøk, sum vit kunnu nýta, um tað er tað rætta fyri teg.
Tú kanst síggja møguleikarnar her (leinkja til donsku síðuna).
Fái eg ein búfelagi?
Tá tú meldar teg til háskúlaskeiðið, velur tú sjálv/ur, um tú vilt hava einkult- ella dupultkamar. Vit mæla tó altíð til at velja dupultkamar, tí at hava ein búfelaga er fyri mong ein týðandi partur av sjálvari háskúluupplivingini. Vit vita samstundis, at tað finnast nógvar orsøkir til, at fólk hava tørv á einkultkamari – og tí lata vit tað vera upp til tín.
Kann kosturin tillagast mær?
Um tú hevur matarovurviðkvæmi, tillagar køkur okkara altíð kostin til tín. Tó er tað sera týdningarmikið, at tú boðar okkum frá, áðrenn tú byrjar á háskúlanum. Tað eru altíð vegetariskar og veganskar møguleikar til høvuðsmáltíðirnar, men í hesum føri er tað eisini týdningarmikið, at tú hevur boðað køkshjálparunum frá.
Í gerandisdegnum bjóðar køkurin ein sunnan og fjølbroyttan kost, sum tekur støði í tilmælunum hjá heilsustýrinum. Vit hava Det Økologiske Spisemærke í bronsu og leggja dent á at brúka vistfrøðuligar rávørur í gerandisdegnum. Tað er altíð nakað ymiskt at velja ímillum, so um tú ert eitt sindur kræsin, finnur tú kortini nokk okkurt, sum hóskar tær væl.
Kann eg fáa vitjan?
Ja, sjálvandi kanst tú fáa vitjan av vinum og familju. Tað kostar eitt lítið sindur, um tey skulu eta saman við okkum, men tey eru altíð hjartaliga vælkomin.
Eina ferð hvørt hálvár hava vit eisini familju- og vinadag, har vit sjálvandi vóna at síggja so mong sum gjørligt.
Hvat um eg vil skifta linjugrein ávegis í skeiðnum?
Summar linjugreinar eru lættari at skifta til ávegis í skeiðnum enn aðrar, men um tú kennir, at tú ert endað/ur á skeivari linjugrein, so finna vit sjálvandi eina loysn fyri tí.
Kann eg fáa einkultkamar á háskúlaskeiðnum?
Ja, tú kanst bíleggja einkultkamar, tá tú meldar teg til. Tað kostar ikki eyka at hava einkultkamar, men talið av einkultkømrum er avmarkað.